Maðurin, sum royndi at drepa Reagan, verður latin leysur

Maðurin, sum royndi at drepa Reagan, verður latin leysur
Hildið verður ikki, at 66 ára gamli John Hinckley er til vanda fyri seg sjálvan ella onnur
John Hinckley, sum royndi at drepa Ronald Reagan, forseta, í 1981, verður latin leysur í juni næsta ár.
Mynd: New York Post  
 
28.09.2021 - 09:06

John Hinckley, sum í 1981 royndi at beina fyri táverandi amerikanska forsetanum, Ronald Reagan, verður skjótt latin leysur uttan nakrar avmarkingar. Tað hevur ein dómari gjørt av, sambært Ritzau.

Avgerðin kemur í gildi í juni næsta ár.

- Hinckley hevur verið fongslaður nóg leingi, sigur dómarin, Paul Friedman, við Reuters-tíðindastovuna. Mett verður ikki, at John Hinckley, sum nú er 66 ára gamal, er til vanda fyri seg sjálvan ella onnur.

Nøkur krøv 

Hóast hann sleppur leysur, verða nøkur krøv sett. M.a. má hann ikki vera nærri ávísum støðum, har politikarar og embætisfólk koma saman, enn eitt vist, og hann má ikki koma nærri barnaheiminum í Williamsburg í Virginia, har mamman býr, enn 80 kilometrar.

John Hinckley fær heldur ikki loyvi at tosa við tíðindafólk, og hann skal arbeiða tríggjar dagar um vikuna.

Hann hevur bundið seg til at tosa við sálafrøðing tvær ferðir um vikuna, so eftirlit kann vera við honum.

Dóttir Reagan stúrin

Dóttir Ronald Reagan, forseta, Patti Davis, skrivar í Washington Post, at hon er ímóti, at John Hinckley verður latin leysur, tí hon stúrir fyri, at hann fer at leita eftir sær, og at hann ikki iðrar seg um tað, sum hann gjørdi.

John Hinckley skeyt Ronald Reagan, forseta, á einum hotelli í Washington 30. mars í 1981. Annað lungað varð rakt, men forsetin kom skjótt fyri seg efttir hendingina.

Tríggir aðrir mans vórðu raktir og særdir, og ein teirra, James Brady, sum var talsmaður hjá Reagan, hevur sitið í koyristóli síðani.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985