Magdalena Andersson verður helst nýggj forkvinna

Magdalena Andersson verður helst nýggj forkvinna
Stefan Løfven gevst sum formaður í svenska javnaðarflokkinum í heyst
Magdalena Andersson hevur drúgvar royndir í svenskum politikki. Hon hevur verið fíggjarmálaráðharri í sjey ár.
Mynd: AFP  
 
30.09.2021 - 09:36

Leiðslan í svenska javnaðarflokkinum mælir til, at Magdalena Andersson tekur við sum forkvinna í flokkinum eftir Stefan Løfven.

Løfven boðaði í august frá, at hann fór at leggja frá sær sum formaður, og eisini sum forsætisráðharri í Svøríki í hesum árinum.

Tað verður eftir øllum at døma á landsfundinum hjá javnaðarflokkinum, sum verður í november.

Drúgvar royndir

Magdalena Andersson hevur verið fíggjarmálaráðharri í svensku stjórnini í sjey ár, og hevur sostatt drúgvar politiskar royndir, skrivar SVT.

Stefan Løfven leggur frá sær á landsfundinum í november, og hann hevur mælt til, at nýggja forkvinnan í javnaðarflokkinum eisini verður forsætisráðharri.

Men tað verður ríkisdagurin sum ger av, hvør skal vera forsætisráðharri. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162