Journalistar fáa friðarheiðursløn Nobels

Journalistar fáa friðarheiðursløn Nobels
Maria Ressa og Dmitri Muratov hava avdúkað valdsmisnýtslu í hvør sínum landi
Berit Reiss-Andersen, forkvinna í Nobel-nevndini, við mynd av teimum báðum journalistunum, sum fáa friðarheiðursløn Nobels í ár
Mynd: RitzauScanpix  
 
08.10.2021 - 14:03

Tveir journalistar, Maria Ressa og Dmitri Muratov, fáa í friðarheiðursløn Nobels í ár.

Tað kunngjørdi Nobel-nevndin á tíðindafundi fyrrapartin.

Maria Ressa hevur avdúkað valdsmisnýtslu og verjir óttaleys talurfrælsið, sigur Nobel-nevndin m.a. í grundgevingini.

Ressa hevur tíðindasíðuna, Rappler.com, og hevur m.a. kritiskt viðgjørt stýrið hjá forsetanum í Filipsoyggjum, Rodrigo Duterte, og brot á mannarættindi og valdsmisnýtslu.

Stóran týdning

Fyri Mariu Ressa hevur heiðurslønin stóran týdning.

- Hetta merkir, at vit kunnu halda fram við tí, sum vit gera. Hetta gevur orku. Trupulleikin við tí, sum vit gera ,er, at so nógv hendir í myrkri. Nú kunnu vit halda fram at gera journalistikk og kanningar, sum draga tey, sum hava vald, til svars. Sosialir miðlar hava latið einaræðisharrar tikið valdið og latið teir brotið demokratiið niður innanífrá, sigur Ressa við norska TV2.

Dmitri Muratov er russiskur journalistur, stovnari og ábyrgdarredaktørur á blaðnum Novaja Gazeta. 

Hann hevur eisini kritiskt viðgjørt brot á mannarættindi og valdsmisnýtslu. 

Kendi journalisturin, Anna Politkovskaja, arbeiddi í Novaya Gazet, tá hon í 2006 varð myrd.

Mest óhefta blað

Nobel-nevndin vísír á viðurskiftini, sum eru broytt. 

- Hetta er mest óhefta blaðið í Russlandi í dag, sigur forkvinnan í Nobel-nevndini, Berit Reiss-Andersen. 

Blaðið hevur fleiri kritiskar reportasjur um mutur, ólógligar handtøkur, svik og ólógligar verksmiðjur. 

Mótstøðufólk eru pínd, hótt við harðskapi og eftir lívinum. Seks av journalistunum eru dripnir. Men kortini hevur Muratov áhaldandi vart rættin hjá journalistum at skriva tað, teir vilja, vísir Nobel-nevndin á.

- Friðarheiðurslønin leggur dent á týdningin at verja hesu grundleggjandi rættindi, sigur nevndin í grundgevingini.

Maria Ressa, sum rekur tíðindasíðuna, Rappler.com. (Mynd: Ritzau Scanpix)


Dmitri Muratov er russiskur journalistur, stovnari og ábyrgdarredaktørur á blaðnum Novaja Gazeta. (Mynd: RitzauScanpix)
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. mars
Credo: Fangaði í frumskóginum
205807
Leygardag 21. mars
Jambalaja - 210326
205988
Leygardag 21. mars
Upp á tá - 200326
205987
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205984
Fríggjadag 20. mars
Tinggáttin
205979
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963
Fríggjadag 20. mars
Javnaðarflokkurin í heita stólinum (7:7)
205949