USA: Skuldarloftið verður 28.800 mia. dollarar

USA: Skuldarloftið verður 28.800 mia. dollarar
Bæði senatið og umboðsmannatingið hava samtykt málið, og nú verður bíðað eftir, at forsetin skal skriva undir lógina
Joe Biden, forseti, fegnast um, at skuldarloftið verður hækkað.
Mynd: RitzauScanpix  
 
13.10.2021 - 10:00

Ein meiuriluti í amerikanska umboðsmannatinginum hevur samtykt at hækka skuldarloftið.

Sostatt kann amerikanska samfelagið taka meiri lán og halda sínar skyldur, til fyrst í desember.

Tað er annað kamarið í kongressini, sum hevur samtykt at hækka skuldarloftið úr 28.400 milliardum dollarum, upp í 28.880 milliardir dollarar.

Tað skrivar Reuters.

Í umboðsmannatinginum, sum er annað kamarið í kongressini, var uppskotið samtykt við 219 atkvøðum fyri og 206 ímóti.

Uppskotið er frammanundan samtykt í hinum kamarinum í kongressini, senatinum. 

Nú verður bíðað eftir, at Joe Biden, forseti, skrivar undir lógina, so hon fær gildi. Hann hevur fyrr sagt seg fegnast um, at lánið verður tikið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558