Hallur Hansson skal spæla við Vejle

Hallur Hansson skal spæla við Vejle
Liðskiparin á føroyska A-landsliðnum í fótbólti, Hallur Hansson, hevur loksins fingið nýtt felag. Hann verður liðfelagi við Viljormur Davidsen
Hallur Hansson fer at spæla við Vejle tað,ið er eftir at donsku kappingini í ár
Mynd: vejle-boldklub.dk  
 
14.10.2021 - 10:13

Hallur Hansson skal spæla við danska superligaliðnum Vejle. 

Tað boðar Vejle frá á heimasíðuni í morgun. 

Venjarin hjá Vejle, Peter Søresen, fegnast um sáttmálan við Hall Hansson, sum, sambært venjaranum, hevur nakrar greiðar eginleikar, sum fara at hjálpa Vejle at fáa betri úrslit. 

"Hallur Hansson hevur nógvar royndir við superligaini og kennir væl sínar nýggju liðfelagar, og tað ger, at hann kann koma beint inn á liðið. Vit fáa ein dugnaligan spælara og eina sterka persónligheit inn á liðið, sum saman við liðfeløgunum skal lyfta liðið," sigur Peter Sørensen við heimasíðuna hjá Vejle. 

Venjarin er sannførdur um, at Hallur Hansson er klárur at spæla, hóast hann ikki hevur havt nakað felag í rættiliga drúgva tíð. 

"Hallur Hansson er í venjing, sum teir 90 minuttirnir móti Skotlandi staðfestu, og tí kann hann geva sítt ískoytið til liðið beinavegin."

 

"Eg eri sera fegin"

Hallur Hansson, sum í mong ár spældi við AC Horsens, har hann eitt skifti eisini var liðskipari, er eisini fegin um sáttmálan við Vejle. 

"Eg er sera fegin um sáttmálan, sum eg havi undirskrivað við Vejle. Tað sigur seg sjálvt, at eg kenni felagið og liðið, og eg havi eisini tosað við Viljormur (Davidsen) um dygdirnar hjá liðnum, uttan mun til støðuna á stigatalvuni. Eg fari at geva alt, eg eigi, fyri at tryggja felagnum góð úrslit her í heyst," sigur Hallur Hansson, sum er vorðin 29 ára gamal. 

Hallur Hansson vandi við sínum nýggju liðfeløgum í dag, og hevur í fyrst atløgu undirskrivað ein sáttmála, sum er galdandi fyri tað, sum er eftir av donsku kappingini í heyst. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Norðurljóð 13.mai 2024
175002
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946