Útfluttu fyri tað sama vit innfluttu fyri

Útfluttu fyri tað sama vit innfluttu fyri
Útflutningurin fyrstu átta mánaðirnar í ár var tann sami í virði sum innflutningurin, 5,7 milliardir kr.
 
18.10.2021 - 17:12

Útflutningurin higartil í ár er tann sami sum somu tíð í 2019, sum setti met.

Vit hava útflutt somu nøgd av makreli sum í fjør, men virðið er 20 prosent minni. Hinvegin er útflutningurin av sild og svartkjafti størri, bæði í nøgd og í virði.

Laksaútflutningurin er vaksin 17 prosent. Hann var 2,6 milliardir kr. fyrstu átta mánaðirnar.

Toskaútflutningurin minkaði 14 prosent í virði og 17 prosent í nøgd. Útflutningurin av upsa minkaði seks prosent í nøgd, men útflutningurin av hýsu vaks sjey prosent.

Útflutningsvirðið á hesum báðum fiskasløgum var tað sama sum í fjør. 

Sostatt er utflutningurin fyrstu átta mánaðirnar í ár tann sami í virði sum innflutningurin, 5,7 milliardir kr.

Somu tíð í fjør varð flutt út fyri hálva sættu milliard.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Sement 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302