B71 og AB skulu spæla uppflytingarfinalu á Sandi

B71 og AB skulu spæla uppflytingarfinalu á Sandi
Lagt er upp til størsta fótbóltsdyst í nógv ár Inni í Dali á Sandi, tá B71 og AB skulu spæla um uppflytingina til bestu deildina næsta vikuskifti
The winner takes it all Inni í Dali á Sandi næsta vikuskiftið, tá B71 og AB fara at spæla eina uppflytingarfinalu til bestu deildina
Mynd: Olena (Helen) Goffe  
 
24.10.2021 - 11:18

Stórur spenningur er um, hvør flytur upp í best mansdeildina í fótbólti saman við Skála. 

AB og B71, sum liggja á ávikavist triðja og fjóðra plássi í 1. deild, skulu spæla eina uppflytingarfinalu á Sandi næsta vikuskiftið. 

Hetta er greitt eftir B71 í gjár á útivølli megnaði at fáa javnleik 1-1 móti Skála, sum longu er flutt upp í bestu deildina, meðan AB vann 6-1 á FC Suðuroy, ið flutti niður í triðbestu deildina. 

Harvið eru tvey stig á muni millum AB, ið hevur 43 stig, og B71, ið hevur 41 sti. 

Tað merkir, at vinnarin av dystinum Inni í Dali á Sandi næsta vikuskiftið flytur upp. AB flytur upp, um dysturin endar við javnleiki. 

AB, B71

Frítekst tagging: 
Mynd: Olena (Helen) Goffe

 

B71 hevur yvirtakið

Líkt er til, at B71 hevur takið á AB í ár, tí heimasandsmenn hava enn ikki tapt móti argjamonnum hetta kappingarárið. 

Fyrsta dystin spældu liðini móti hvørjum øðurm Inni í Dal á Sandi 24. apríl í ár, og tá vann B71 ein sannførandi 2-0 sigur. Málini skutu Clayton Do Nascimento og Johan Hendrik Lydersen í fyrra hálvleiki.  

Næsti dysturin millum liðini var Inni í Vika á Argjum, og hann endaði við einum 1-1 javnleiki. Málið hjá AB skeyt Bartal Petersen, meðan tað var Clayton Do Nascimento, ið javnaði fyri B71. 

Tískil má uppflytingarfinaludysturin sigast at vera púra opin, hóast B71 skal vinna dystin. 

Lítið er eisini at ivast í, at sandoyingar fara at møta fjølmentir til dystin, tí tað eru longu 10 ár síðani B71 seinast var í bestu fótbóltsdeildini við monnum. 

1. deild, støðan

Frítekst tagging: 

 

MYNDIR FRÁ FYRSTA DYSTINUM MILLUM B71 OG AB Í APRÍL, SUM OLENA (HELEN) GOFFE TÓK, KUNNU SÍGGJAST Á FACEBOOK SÍÐUNI HJÁ B71. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751