Partafeløgini Ango og Gráastein hava hækkað partapeningin

Partafeløgini Ango og Gráastein hava hækkað partapeningin
Bæði smápartafeløgini, sum fingu kvoturnar, sum Fiskimálaráðið læt í sambandi við ítøkiligt skipakeyp, hava hækkað partapeningin
Partafelagið Gráastein hevur keypt skipið Havfisk sum í nátt fór úr Trana í Noregi
 
26.10.2021 - 07:21

Feløgini, sum nú skulu í holt við at reka uppsjóvarfiskaí, hava hækka partapeningin. 

Gráastein hevur hækkað sín partapening 9,9 mió. kr. upp í 10 milliónir.

Og Ango hevur hækkað partapeningin 5,35 mió. kr. upp í 5,4 mió. kr.

Bæði feløgini hava keypt skip.

Ango hevur keypt danska skipið Junior, sum sambært heimasíðuni Vesselfinder.com liggur í Hirtshals.

Gráastein hevur keypt norska skipið Havfisk, sum sambært Vesselfinder fór úr Trana í Noregi í nátt.    

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025