ST um Afganistan: Flýggja ella svølta

ST um Afganistan: Flýggja ella svølta
Meir enn helmingurin av afghanska fólkinum er í vanda fyri at líða hungur í vetur
 
26.10.2021 - 10:28

Milliónir av afghanum hava skjótt bert valið ímillum at flýggja ella at svølta.

Tað eru greiðu boðini frá ST, eftir at tað tykist vera greitt, at størsta hungursneyð nakrantíð hóttir landið.

Tað sigur umsitingarleiðarin í matvøruhjálpini hjá ST, World Food Programme, David Beasley, við fronsku tíðindastovuna, AFP.

- Í vetur verða milliónir av afghanum noyddir at velja ímillum at rýma úr landinum, ella at svølta, um heimurin ikki kann tryggja nóg mikið av mati, sigur hann.

22 mió. fólk verða rakt

Meir enn helmingurin av afghanska fólkinum er í vanda fyri at líða hungur í vetur.

Tað fer at raka 22 milliónir fólk, harímillum 14 milliónir børn, sigur Beasley.

ST vísir á, at tveir triðingar framvegis resta í fyri at veita fólkinum íAfghanisran nóg mikið av mati.

- Niðurteljingin er byrjað. Gera vit einki, so er vandi fyri eini álvarsligari kreppu, sigur David Beasley við AFP.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. mars
Credo: Fangaði í frumskóginum
205807
Leygardag 21. mars
Jambalaja - 210326
205988
Leygardag 21. mars
Upp á tá - 200326
205987
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205984
Fríggjadag 20. mars
Tinggáttin
205979
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963
Fríggjadag 20. mars
Javnaðarflokkurin í heita stólinum (7:7)
205949