Noyðast at stevna eftir endurgjaldi

Noyðast at stevna eftir endurgjaldi
Løgmaður hevur svarað Høgna Hoydal, løgtingsmanni
Løgmaður sigur, at tað ber ikki til at kæra avgerðina, sum Fiskimálaráðið hevur tikið um at tilluta kvotur. Einasti møguleiki er at stevna eftir endurgjaldi.
 
27.10.2021 - 10:11

Tey, sum halda, at tey eiga at fáa kvotu frá Fiskimálaráðnum, men ikki fingu kvotu, kunnu ikki kæra hesa avgerð.

Einasti møguleiki, tey hava, er at stevna Fiskimálaráðnum eftir endurgjaldi.

Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í svari til Høgna Hoydal, løgtingsmann.

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum kann koyrast frá, men tað kunnu bara løgmaður ella meirilutin í løgtinginum gera.

Bara løgtingið kann avgera, um landsstýrisfólk skulu fyri nevningating við kravi um revsing ella endurgald.

Byrja í løgtinginum

Vanliga byrja slík mál í løgtinginum við niðurstøðu hjá Løgtingsins umborðsmanni ella Landsstýrismálanevndini.

Er rímilig grund til at halda, at lógarbrot er framt, verður farið víðari til kanningarstjóra, sigur løgmaður.

Løgmaður tekur sær av agamálum móti aðalstjóranum í Fiskimálaráðnum, og aðalstjórin hevur agamálini móti starvsfólkum í Fiskimálaráðnum, stendur í svarinum.

Einki bendir á, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur gjørt nakað ólógligt, tá kvoturnar til vinnuligar royndir og verkætlanir vóru latnar, svarar løgmaður eisini.  


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Jazzofonin - Flaggdagin 25 apr 2024
174208
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012