Avgreiða Fámjinstunnilin og innkomuvegin í dag

Avgreiða Fámjinstunnilin og innkomuvegin í dag
Tingfundur verður klokkan 11
Uppskotið um, at landið skal rinda stuðul til innkomuvegin til Havnar, kemur til triðju viðgerð í dag.
 
28.10.2021 - 09:30

Í dag fer løgtingið endaliga at avgreiða uppskotini um pengar til berghol til Fámjins og innkomuvegin í Havn.

Triðja viðgerð er á skránni fyri tingfundin, sum byrjar klokkan 11.

Bæði málini vóru samtykt, tá onnur viðgerð var týsdagin.

Tingið fer eisini at atkvøða fyrru ferð um stuðul til avlýstar tónleikafestivalar í 2021.

Jenis av Rana, landsstýrismaður, skal á tingfundinum í dag svara skrivligum fyrispurningi frá Anniku Olsen, løgtingskvinnu, um ætlanin er at geva starvfólkum á eldraøkinum løn, meðan tey eru í útbúgving.

Svarið verður viðgjørt á tingfundinum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025