Rætturin tekur støðu til heilsutrygdargjøld

Rætturin tekur støðu til heilsutrygdargjøld
Málið hevur verið umrøtt í nógv ár, tí sjómenninir vilja sleppa undan at rinda tvey gjøld.
Heilsutrygd avgjørdi longu á heysti 2019 at fara í rættin við málinum.
 
28.10.2021 - 10:22

Týsdagin kemur dómur í Føroya rætti um drúgva málið um føroyskar sjómenn, sum sigla við norskum skipum, og rinda til norska Folketrygd og til Heilsutrygd í Føroyum.

Heilsutrygd avgjørdi longu á heysti 2019 at fara í rættin við málinum.

Málið hevur verið umrøtt í nógv ár, tí sjómenninir vilja sleppa undan at rinda tvey gjøld.

Kærunevndin hevur sagt, at menn sum sigla í Noregi og rinda til Folketrygd, ikki eisini eiga at rinda til Heilsutrygd í Føroyum.

Lógin kanska broytt

Tapir Heilsutrygd í rættinum, verður lógin um heilsutrygd kanska broytt, hevur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, sagt.

Hann hevur sagt, at Heilsutrygd skal halda lógina. 

Og lógin sigur, at øll, sum búgva í Føroyum og eru 18 ár ella eldri, eiga at gjalda heilsutrygdargjald í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952