Eivør vann tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins

Eivør vann tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins
Eivør Pálsdóttir vann í kvøld størstu norðurlendsku virðislønina, tá hon vann tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins
Ein ovfarin Eivør tekur ímóti tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins í Skuespilhuset í Keypmannahavn
Mynd: Martin Sylvest / Scanpix  
 
02.11.2021 - 20:24

Tað var ein ovfarin og ovurfegin Eivør Pálsdóttir, sum tók ímóti størsta norðurlendska tónleikaheiðrinum í Skuespilhuset í Keypmannahavn í kvøld. 

Dómsnevndin vísir í sínari avgerð á, at Eivør, ið er vorðin 38 ár, fær virðislønina fyri sítt ótroyttiliga arbeiði at seta Føroyar í miðdepilin, og at hon brúkar føroyska tónleikaarvin og málið í sínum tónleiki.

Eivør, sum gav sína fyrstu soloplátu út í 2000, verður heiðrað fyri at vera eitt norðurlenskt tónlistafólk, ið hevur fingist við nógv sløg av tónleiki, eitt nú rokk, kontry, klassiskan tónleik og reindyrkaðan popp.

Men uttan mun til, hvat slag av tónleiki, ið Eivør hevur fingist við, so hevur hon gjørt tað við stórari skaparmegi og stórum sjálvræðisrætti. Eivør er altíð sín egin. 

Dómsnevndin vísir eisini á, at Eivør er ein tónleikari av Guds náði, ið eisini hevur eina sera vakra sangrødd, og hennara nærvera á pallinum ger, at hon hugtekur fólk kring allan heimin. 

"Eivør er eitt djarvt tónlistafólk, ið altíð er leitandi, og fyri tað fær hon tónlistavirðisløn Norðurlandaráðsins 2021," skrivar dómsnevndin. 

Saman við heiðrinum, fær Eivør Plásdóttir 300.000 krónur. 

Her kanst tú síggja takkartaluna hjá Eivør:

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162