Sloppin alilaksur skal takast í áum

Sloppin alilaksur skal takast í áum
Tað er nærum ógjørligt at taka hann, er hann komin í vøtnini, sigur Havbúnaðarfelagið
Havbúnaðarfelagið hevur longu sett í verk eina tilbúgvingarætlan um alilaks í áum.
 
02.11.2021 - 08:59

Sloppin alilaksur skal takast í áunum. 

Tað er nærum ógjørligt at taka hann, er hann komin í vøtnini.

Tað sigur Havbúnaðarfelagið, sum annars tekur undir við lógarbroytingini, sum útvegar greiða heimild fyri, at í førum, tá alifiskur er sloppin og stendur í áum og vøtnum, og ikki kann staðfestast, hvaðan hann kemur, kann farast í áir og vøtn eftir honum.

Gera tilbúgvingarætlan

Havbúnaðarfelagið og landsdjóralæknin skulu gera eina tilbúgvingarætlan um hetta.

Havbúnaðarfelagið hevur longu sett í verk eina tilbúgvingarætlan um alilaks í áum.

Tað skuldi tí ikki verið eitt stórt arbeiði at gjørt avtalu við landsdjóralæknan.

Tilbúgvingarætlanin hjá Havbúnaðarfelagnum má tó dagførast, so skjótari slepst í áirnar eftir alilaksi, sigur Havbúnaðarfelagið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424