Stýrið fyri Bústaðir er nú arbeiðsført

Stýrið fyri Bústaðir er nú arbeiðsført
Stjórin í Bústøðum og nýggja forkvinnan í stýrinum hava skrivað Almannamálaráðnum frágreiðing
Almannamálaráðið hevur góðtikið frágreiðingina um støðuna í Bústøðum.
 
03.11.2021 - 13:08

Almannamálaráðið hevur góðtikið frágreiðingina, sum Andras Róin, stjóri í Bústøðum, og Anna Maria Joensen, stýrisforkvinna, hava gjørt um støðuna í Bústøðum.

Tað stendur í skrivi, sum Almannamálaráðið hevur sent Bústøðum í gjár. 

Í frágreiðingini siga stjórin og stýrisforkvinnan, at stýrið hevur verið óarbeiðsført síðani miðskeiðis í september, av ósemju millum fyrrverandi stýrisformannin, Regin Hammer, og stjóran, Andras Róin. 

Niðurstøðan í frágreiðingini er:
- at stýrið nú er arbeiðsført eftir at tað er umskipað, 
- at útlit nú eru fyri góðum samstarvi í stýrinum, millum stýrið og stjóra og umsitingina í framtíðini, 
- og at Almannamálaráðið ger ikki meira við málið.  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659