Kunnu ikki siga, hvat leiguinntøkan er brúkt til

Kunnu ikki siga, hvat leiguinntøkan er brúkt til
Landsstýriskvinnan í almannamálum hevur svarað fyrispurningi frá Una Rasmussen, løgtingsmanni
Bústaðir hava eina bruttoinntøku, og tí ber ikki til at siga, hvat júst leiguinntøkurnar vera brúktar til, sigur landsstýriskvinnan í almannamálum.
 
08.11.2021 - 14:10

Tað ber ikki til at siga, hvat leiguinntøkurnar hjá Bústøðum seinastu árini eru brúktar til.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir hevur svarað einum fyrispurningi frá Una Rasmussen, løgtingsmanni.

Hann spurdi, um landsstýriskvinnan kundi útgreina, hvat leiguinntøkurnar hjá Bústøðum seinastu fimm roknskaparárini eru brúktar til, tá hugsað verður um fyrisiting, viðlíkahald, niðurgjalding av skuld v.m.

Hevur bruttoinntøku

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir svarar, at Bústaðir hava upplýst fyri Almannamálaráðnum, at stovnurin hevur eina bruttoinntøku, sum er samansett av m.a. kapitalinntøkum og inntøkum av leigumálum.

Tí ber ikki til at siga, hvat júst leiguinntøkurnar eru brúktar til.

Almannamálaráðið hevur fingið eitt yvirlir frá Bústøðum, sum vísir úrvaldar postar og samanteljingar av roknskapunum hjá stovninum roknskaparárini 2016 til 2020.

Yvirlitið er lagt við svarinum til Una Rasmussen, og tað sæst her:

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040