805 fleiri fólk seinasta árið

805 fleiri fólk seinasta árið
1. oktober var fólkatalið í Føroyum 53.113
805 fólk løgdust aftrat fólkatalinum seinasta árið.
Mynd: Hagstovan  
 
10.11.2021 - 11:19

Seinasta árið er fólkatalið vaksið 805 fólk, og 1. oktober var fólkatalið 53.513.

Vøksturin er hálvt annað prosent, vísa tøl frá Hagstovuni.

Fólkatalið vaks mest í Suðurstreymi, og størsta afturgongdin var í Sandoyar-økinum.

Vøksturin í fólkatalinum seinasta árið er lutfalsliga tann sami, sum hann var 12 mánaðir frammanundan, tá vøksturin eisini var 1,5 prosent. 

Seinastu fýra árini hevur vøksturin ligið millum 1,5 og 1,8 prosent um árið, sigur Hagstovan.

Sí meira um hagtølini her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. juni
Veðrið
193424
Mánadag 16. juni
3-2 (16. september 2025)
193379