Sundabáturin og Jarnbardur vunnu aftur

Sundabáturin og Jarnbardur vunnu aftur
Hjá 6-mannaførum vóru somu vinnarar sum seinast. Sundabáturin var fremstur hjá monnum, og hóast fleiri bátar bjóðaðu Jarnbardi av hesa ferð, var úrslitið hitt sama
17.06.2025 - 16:18

Bert Hósvíkingur stillaði upp ímóti Jarnbardi á norðoyastevnu, men í Sundalagnum kappaðust fimm 6-mannafør.

Afturat teimum báðum vóru Glyvrabáturin, Tvørabáturin og Fortuna við hesa ferð. 

Fremstur var kortini Jarnbardur, sum kom á mál góð níggju sekund frammanfyri Glyvrabátin. Hósvíkingur mátti taka til takkar við 3. plássinum hesa ferð.

 

Sundabáturin vann aftur

Skúgvur úr SÍF bjóðaði aftur av ímóti Sundabátinum í fremstu røð hjá 6-mannaførunum við monnum, men tað vóru norðingarnir, sum vunnu og tryggjaðu sær tey sjey stigini.

Eitt pláss longur afturi vann Gongurólvur (HR) ein harðan kamp ímóti Sølmundi (NSÍ) um 3. plássi. Munurin var minimalur ímillum bátarnar. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358