Frakland byggir fleiri kjarnorkuverk

Frakland byggir fleiri kjarnorkuverk
Hetta er fyrstu ferð í áratíggju, at Frakland byggir kjarnorkuna út
 
10.11.2021 - 09:47

Frakland fer at byggja nýggj kjarnorukuverk fyri at nøkta orku- og veðurlagsavbjóðingarnar. Tað sigur franski forsetin, Emanuel Macron, skrivar NTB.

- Fyri at tryggja orkuna í Fraklandi, og samstundis røkka málinum um útlát, so er ætlanin at byggja kjarnorkuverk í Fraklandi. Og tað er fyrstu ferð í fleiri áratíggju, at tað verður neyðugt, segði franski forsetin í eini røðu í gjár.

Forsetin legði samstundis dent á, at ætlanin er eisini at menna grøna orku.

Spara og gera íløgur

- Sklulu vit rinda ein rímiligan prís fyri orkuna, og ikki hava fyri neyðini at fáa orku úr øðrum londum, so mugu vit royna at spara orkuna, og samstundis gera íløgur í varandi orku í Fraklandi, segði Macron.

Frakland fær meginpartin av elveitingini frá kjarnorkuverkum, men hóast tað, so byggir landið bert ein nýggjan reaktor, og hann verður bygdur í Normandínum.

Tann byggigin byrjaði í 2007, men er ikki liðug enn.

Franska orkufelagið, EDF, sendi í vár eitt uppskot til stjórnina um at byggja seks nýggjar kjarnorkureaktorar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. februar
Jóhanna - Ró
203489
Hósdag 5. februar
Filip - 60'ini
203490
Hósdag 5. februar
Bjarki - Spor í sandi
203486
Hósdag 5. februar
Emma - Morgun
203487
Hósdag 5. februar
Anna Lovisa - Gestur
203488