COP26: Uppskot um avtalu gjørt

COP26: Uppskot um avtalu gjørt
Ferð skal setast á ætlanirnar at gevast við at nýta dálkandi brennievni
Veðurlagsráðstevnan í Glasgow endar í dag.
 
12.11.2021 - 11:53

COP26-veðurlagsráðstevnan í Glasgow endar í dag, og fyrrapartin var nýtt uppskot um avtalu lagt fyri tey umleið 200 londini, sum eru á ráðstevnuni.

Eftir uppskotinum skulu londini seta meira ferð á ætlanirnar um at gevast við at nýta dálkandi brennievni, og næsta ár skulu londini so hittast aftur at nærri at greiða frá, hvussu útlátið av veðurlagsgassum kann minka.

Tað skrivar The Guardian.

Øll londini, sum eru á ráðstevnuni, skulu góðkenna avtaluna, og tey skulu samstundis binda seg til at stuðla fátæku londunum,  sum longu stríðast við veðurlagsbroytingarnar, skrivar BBC.

Fyrr í vikuni var eitt uppskot til semju lagt fram, men hetta uppskotið hevur veikari orðingar um, hvussu og nær lond skulu gevast at nýta dálkandi brennievni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327