Magdalena Andersson skal skipa nýggja stjórn

Magdalena Andersson skal skipa nýggja stjórn
Nýggja forkvinnan í sosialdemokratiska flokkinum í Svøríki hevur freist til 16. november
Magdalena Andersson verður fyrsti kvinnuligi stjórnarleiðarin í Svøríki. Hon hevur freist til 16. november at skipa stjórn, nú Stefan Løfven gevst í politikki.
 
12.11.2021 - 08:37

Nýggja forkvinnan í sosialdemokratiska flokkinum í Svøríki, Magdalena Andersson, hevur nú fingið litið upp í hendur at skipa nýggja stjórn.

Tað boðar formaðurin í ríkisdegnum, Andreas Norlén, frá, eftir at Stefan Løfven, forsætisráðharri, í gjár bað formannin í ríkisdegnum um at sleppa at leggja frá sær sum forsætisráðharri.

Magdalena Andersson varð í farnu viku vald til forkvinnu í sosialdemokratiska flokkinum eftir Stefan Løfven, sum í august boðaði frá, at hann fór at gevast í politikki.

Løfven var floksformaður í næstan 10 ár, og hann verður sitandi sum forsætisráðharri, til ein nýggjur er valdur.

Andersson hevur freist til 16. november at skipa stjórn, sum ríkisdagurin skal atkvøða um. Stjórnin verður vald, um ikki ein meiriluti atkvøður ímóti.

Verður Magdalena Andersson vald, verður hon forsætisráðharri, til ríkisdagsvalið verður næsta heyst. Hon verður eisini fyrsti kvinnuligi stjórnarleiðarin í Svøríki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Leygardag 3. oktober
26. Jambalaja - 031026
214221
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115