ES herðir tiltøkini móti Hvítarusslandi

ES herðir tiltøkini móti Hvítarusslandi
Ætlanin er at samtykkja tiltøk, sum eisini fara at raka hvítarussiska flogfelagið, Belavia
ES fer í dag at samtykkja tiltøk, sum eisini raka almenna flogfelagið í Hvítarusslandi.
 
15.11.2021 - 08:46

Uttanríkisráðharrarnir í ES fara væntandi í dag at samtykkja nýggj tiltøk móti Hvítarusslandi, m.a móti almenna flogfelagnum í landinum, Belavia. 

Hetta verða fimtu tiltøkini, sum ES setur í verk, síðani umstrídda valið í Hvítarusslandi í august í fjør.

Tiltøkini móti Belavia verða sett í verk, tí flogfelagið skal hava flutt flóttafólk og tilflytarar úr Miðeystri til Minsk. 

Haðani eru tey flutt víðari til markið móti ES-londunum Póllandi, Lettlandi og Litava.

Sagt verður, at hvítarussiski forsetin, Aleksandr Lukasjenko, ger hetta sum aftursvar til revsitiltøkini, sum ES frammanundan hevur sett í verk móti stýrinum í Hvítarusslandi.

Túsundtals fólk standa nú við markið og sleppa ikki víðari, tí Pólland sýtir fyri at lova teimum inn í landið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. mars
Jambalaja - 210326
205988
Leygardag 21. mars
Upp á tá - 200326
205987
Leygardag 21. mars
Morgunlestur leygardagur 21.mars 2026
205769
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205984
Fríggjadag 20. mars
Tinggáttin
205979
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963
Fríggjadag 20. mars
Javnaðarflokkurin í heita stólinum (7:7)
205949