Mark skal byggja íbúðir í Skálavík

Mark skal byggja íbúðir í Skálavík
Kommunan upplýsir ikki, hvussu nógv boð komu, men tey vóru fleiri enn eitt
Íbúðirnar skulu byggjast á einum grundøki, sum er 3.730 fermetrar til víddar, og sum er lagt út til íbúðarbygging.
Mynd: Mark  
 
18.11.2021 - 08:54

Felagið Mark Skálavík vann útboðið um at byggja íbúðir í Skálavík.

Freistin at lata boð inn til kommununa var týsdagin, og longu í gjárkvøldið kunnaði Skálavíkar kommuna um, at Mark Skálavík hevði vunnið.

Íbúðirnar skulu byggjast á einum grundøki, sum er 3.730 fermetrar til víddar, og sum er lagt út til íbúðarbygging.

Kommunan upplýsir ikki, hvussu nógv boð komu inn, annað enn at tey vóru fleiri enn eitt.

Kommunan sigur, at lendið er so at siga klárt, og nú fara Skálavíkar kommuna og felagið Mark Skálavík undir at fyrireika sáttmála.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659