Rændar milliónir fluttar til Føroya

Um KVFTíðindi
Rændar milliónir fluttar til Føroya
Kringvarpið kann, sum úrslit av altjóða miðlasamstarvi við millum onnur BBC, Bloomberg og Spiegel, avdúka, at rændar milliónir eru fluttar úr Kongo í føroysk feløg
 
22-11-2021

Altjóða miðlar siga nú søguna um stóra ránið í Kongo, har fyrrverandi forsetin í stóra miðafrikanska landinum hevur flutt pengar úr ríkiskassanum niður í lumman hjá sær sjálvum, vinum og skyldfólki.

Ein partur av rændu pengunum vóru fluttir til Føroya í tíðarskeiðnum 2013 til 2017. Skjøl vísa, at í alt vóru 120 milliónir krónur fluttar úr Kongo til Føroya í føroysk feløg og føroyskar skipanir.

Kringvarp Føroya hevur seinastu mánaðirnar verið við til at kanna og nærlesa loyniskjøl úr stóra afrikanska bankanum BGFI. Felagsskapurin PPLAAF og tíðindamiðilin Mediapart fingu fatur í víðfevnda dátulekanum fyrr í ár. Talan er um størsta lekan av skjølum á afrikanska meginlandinum nakrantíð, okkurt um 3,5 mió. skjøl.

Tætt altjóða samstarv millum miðlar úr fleiri enn 18 londum

Fyrsta høvuðssøgan um rændu milliónirnar úr Kongo kom á breddan í altjóða miðlunum fríggjadagin. Onnur høvuðssøgan – um milliónirnar, sum vórðu fluttar til Føroya – verður fyrst søgd í Føroyum. Tá ið tey tíðindini eru søgd í Kringvarpinum, verður søgan úr Føroyum eisini søgd í hinum miðlunum.

Tað eru journalistarnir Barbara Holm og Uni Holm Johannesen, sum – saman við fríyrkisjournalistinum Jan Lamhauge – hava gjørt arbeiðið fyri KvF. Kringvarpið fer komandi dagarnar at kunngera tilfar úr drúgva kanningararbeiðinum.

Tilfarið er framleitt í samstarvinum Congo Hold-Up, sum BBC Africa Eye (Bretland), Bloomberg (USA), Der Spiegel (Týskland), De Standaard (Belgia), Expresso (Portugal), InfoLibre (Spania), KvF (Føroyar), Le Soir (Belgia), L'Orient le Jour (Libanon), Mediapart (Frakland), Nacional (Kroatia), NRC (Holland), Politiken (Danmark), RCIJ (Rumenia), RFI (Frakland), The Continent (Suðurafrika), The Namibian (Namibia), The Wire (India), og VG (Norra) hava verið partur av.

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. apríl
Jambalaja - 180426
207246
Leygardag 18. apríl
Vikugesturin: Tá ið trúgvin er alt
207241
Leygardag 18. apríl
Vikan 18. apríl 2026
207239
Leygardag 18. apríl
Morgunlestur leygardagur 18.apríl 2026
207025
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227
Fríggjadag 17. apríl
Kakumiks 2 (5:7)
207209
Fríggjadag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207190

Um kvf css