Fáir munnligir fyrispurningar í dag

Fáir munnligir fyrispurningar í dag
Tingfundur verður klokkan 13
 
25.11.2021 - 12:48

Tá munnligir fyrispurningar eru á skránni í tinginum, plaga tingfólk spyrja løgmann og landsstýrisfólk um nógv ymiskt, og tað er ikki óvanligt, at spurningarnir eru millum 20 og 30 í tali.

Men í dag eru óvanliga fáir spurningar, sambært tingskránni. Teir eru bara seks í tali.

Spurt verður millum annað um kostnað fyri koronukanning við landamarkið, um minstuløn til fiskimenn, nýtt barnaheim og ferðsluviðurskifti í Sandavági og á Giljanesi.

Skráin sæst her.

Løgtingið fer í dag eisini at avgreiða uppskotið um eykajáttanarlóg fyri oktober.

Tingfundurin verður klokkan 13.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391