Ísrael bannar útlendingum at koma til landið í 14 dagar

Ísrael bannar útlendingum at koma til landið í 14 dagar
Endamálið er at steðga nýggja koronufrábrigdinum
Naftali Bennett er forsætisráðharri í Ísrael
 
28.11.2021 - 17:53

Ísrael bannar nú øllum útlendingum at ferðast til landið. Tað boðaði forsetin frá í gjár. Hetta fyri at stegða nýggja frábrigdinum av koronu. 

Talan er um forboð í 14 dagar, ið er galdandi frá á midnátt í nátt. Stjórnin hevur eisini samtykt, at allir ísraelar, ið koma aftur til landið, skulu í sóttarhald. Talan verður um 3 dagar sóttarhald fyri tey, ið eru koppsett, og 7 dagar fyri tey, ið ikki eru koppsett, sigur Naftali Bennett, forsætisráðharri.

Umframt hetta hevur stjórnin samtykt loyvi at fremja eftirlit á telefonum fyri, at myndugleikarnar kunnu tryggja sær, at sóttarhaldini verða hildin.

Higartil er ein tilburður av nýggja frábrigdinum omikron staðfest í Ísrael.

WHO ávarar um nýggja frábrigdini, tí kanningar vísa á, at størri vandi er fyri øktari smittuspjaðing við omicron. Men WHO ávarar eisini londini um at ikki taka avgerðir um at lata landamørkini aftur ov skjótt, og at allar avgerðir um slíkt skulu takast grundað á "vísindi og váðametingar", skrivar BBC í dag.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211530
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375