Miriam J. Norðberg nýggjur leiðari á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy

Miriam J. Norðberg nýggjur leiðari á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy
Nýggi leiðarin á Ítróttarháskúlanum í Suðuroy er funnin, og hann eitur Miriam J. Norðberg, sum 33 ára gomul og kandidat í ítróttarvísind
 
30.11.2021 - 12:24

Í summar gjørdist greitt, at Ítróttaháskúlin í Suðuroy skuldi hava nýggjan leiðara, tá Guðmundur Joensen, sum hevði verið leiðari frá tí at Ítróttaháskúlin byrjaði í 2016, valdi at leita nýggjar avbjóðingar.

Í heyst varð søkt eftir nýggjum leiðara og tá umsóknarfreistin var farin 1. nov., høvdu fimm søkt starvið.

Stýrið fyri Ítróttaháskúlan hevur síðani viðgjørt umsóknirnar og havt samrøður, og nú er greitt, at Miriam J. Norðberg verður nýggjur leiðari á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy.

 

Kandidat í ítróttarvísind

Miriam er kandidat í ítróttarvísindi við Københavns Universitet og hevur eisini verið undirvísari á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy seinastu árini.

Miriam hevur eisini leiðsluroyndir frá tíðarskeiðinum meðan hon búði í Keypmannahavn og hevur eisini, saman við manninum Jens, bygt upp fyritøkuna Brim í Vági.

Miriam er 33 ára gomul og er búsitandi í Vági saman við familjuni, og byrjar í starvinum sum leiðari á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy 1. januar 2022.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860