Nú eru 567 elbilar í landinum

Nú eru 567 elbilar í landinum
Higartil í ár eru seldir 260 elbilar
260 elbilar eru seldir í hesum árinum.
 
02.12.2021 - 12:20

Sølan av elbilum veksur spakuliga, og 1. desember vóru 567 elbilar skrásettir í Føroyum, vísir ein uppgerð hjá Akstovuni.

Á nýggjárinum vóru 307 elbilar, og til 1. desember í ár eru 260 elbilar seldir í Føroyum.

Av samlaða talinum av akførum eru elbilarnir fáir.

Tað eru tilsamans 41.534 akfør skrásett í Føroyum, og av teimum eru 639 akfør, sum verða rikin við el, harímillum eru eisini prutl.

Av teimum 27.426 persónbilunum, sum eru í landinum, eru 16.289 bensinbilar, og 9.795 eru dieselbilar, vísir uppgerðin hjá Akstovuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Týsdag 3. november
Veðrið
215860