Dómur fellur í Føroya Rætti í morgin

Dómur fellur í Føroya Rætti í morgin
Seinnapartin hava teir fimm verjarnir ført fram síni sjónarmið í málinum um avnoyðing av peningi og frælsistøku, sum hevur verið í Føroya Rætti hesa vikuna
Føroya Rættur
Mynd: Savn  
 
09.12.2021 - 18:30

Allir fimm verjarnir settu spurnartekin við frágreiðingina hjá órættaða. Onkur helt, at vitnisfrágreiðingin ikki altíð samsvaraði, og at fleiri ferðir hevði órættaði sagt, at hann ikki mintist, tá ið hann varð spurdur um ymsar smálutir.

Fleiri av verjunum vístu eisini á, at málið næstan bara bygdi á útsagnirnar hjá órættað, og at tað manglaðu ítøkilig prógv. Víst varð á, at krav er um, at ákærumyndugleikin skal lyfta próvbyrðuna um onkur skal dømast, men tað hildu teir ikki, at ákærumyndugleikin hevði megnað.

Onkur av ákærunum helt fyri, at politið hevði gjørt ov vánaligt arbeiði. Millum annað varð víst á, at løgreglan eftir øllum at døma ikki hevði kannað telefonina hjá órættaða og funnið fram til ymist boð á appini Wickr, sum skuldu verið send til og frá órættaða. Einki var at finna í próvførsluni um hetta.

Verjarnir hildu, at tann revsingin, sum ákærin krevur, er alt ov høg. Ákærin kravdi, at teir ákærdu skuldu vera dømdir úr 8 mánaðum upp í 3 eitt hálvt ára fongsulsrevsing. Verjarnir nýttu nógva tíð at vísa á aðrar dómar, sum teir mettu, kundu samanberast, har dómarnir ikki vóru so harðir. Fleiri av verjununum mettu, at teirra klientar eiga at vera fríkendir ella í í øllum førum at fáa ein lægri dóm. Frá tveimum mánaðum upp í tvey ár og tríggjar mánaðir. 

Advokaturin hjá tí órættaða legði fram eitt endurgjaldskrav á tilsamans 242.400 krónur. Umframt upphæddirnar, sum órættaði hevur kent seg noyddan at geva teimum ákærdu, tí hann varð hóttur, so er eisini talan um 30.000 krónur fyri tort, umframt pening fyri vakmyndatól, stálstyrkt rútaglas, samrøðu við sálarfrøðing og pening, hann hevði nýtt til Air B&B-leigu, tá ið hann hevði krógvað seg fyri teimum, sum eru ákærdir.

Dómur verður sagdur í málinum í morgin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520