Korona elvdi til meira harðskap í Noregi

bannari
Korona elvdi til meira harðskap í Noregi
Í tíðarskeiðnum mars 2020 til desember 2020 hækkaði talið av fráboðanum um harðskap í parlagi við meir enn 50 prosentum í Noregi. Tað vísir ein nýggj kanning
Harðskapurin í parløgum í Noregi øktist undir korona
Mynd: Shutterstuck.com  
 
21.12.2021 - 15:06

Merete Berg Nesset, granskari, sum hevur verið við at gjørt kanningina, sigur hetta vera eina sera stóra øking.

"Hetta eru hendingar, sum eru fráboðaðar. Vit vita, at tá tað snýr seg um harðskap í tøttum relatiónum er talan um eitt slag av fjaldum harðskapi, og at myrkatalið kann vera stórt." 

Fleiri hava stúrt fyri, at farsóttin kundi vera liður í fleiri harðskapsmálum í heimum. Og tað váttar so hendan kanningin, at soleiðis hevur tað í øllum førum verið í Norra. 

Tað var í mars 2020, at norska stjórnin gjørdi av at seta samfelagið niður í ferð. Skúlar, arbeiðspláss og barnagarðar vórðu stongdir, og sostatt vóru fólk í mestan mun innan fyri teir fýra veggirnar har heima.

Tað gjørdist ótrygt fyri fleiri, og tað varð eisini nógv ringt til hjálpartelefonir av ymsum slag hetta sama tíðarskeiðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025