ST stúrir fyri katastrofu í Afganistan

ST stúrir fyri katastrofu í Afganistan
Støðan í Afganistan versnar fyri hvørja viku sum gongur.
 
30.12.2021 - 10:17

Ringasti turkur í tíggju ár og búskaparligt samanbrot gera, at ST stúrir fyri eini veruligari katastrofu í landinum, sum telist millum heimsins fátækastu.

Turkurin hevur rakt 25 av teimum 34 landspørtunum í Afganistan og  mett verður, at hveitiavgrøðin í landinum er 20% minni enn hon var í fjør.

Saman við kríggi hevur turkurin noytt meir enn 700.000 fólk at rýma heimanifrá.

- Hesin turkurin rakar eitt longu viknað samfelag og kann vera eitt stig á leiðini til eina veruliga katastrofu. Um onki verður gjørt kann landbúnaðurin detta niður fyri, skrivaði afganska skrivstovan hjá ST-stovninum fyri matvørur og landbúnað, FAO, á Twitter í november. 

Afganistan hevur ofta havt tíðarskeið við turki, men í eini frágreiðing frá 2019 ávaraði FAO um, at veðurlagsbroytingar kunnu hava við sær, at turkur verður oftari og ógvusligari enn higartil.

Samstundis førdi yvirtøkan hjá Taliban av landinum í august eisini til, at búskapurin í landinum skramblaði saman.

Altjóða búskaparligi stuðulin til Afganistan hvarv, tá Taliban kom til, eins og afganskar ognir í útlondum fyri milliardir vórðu niðurfrystar. 

Í fyrra mánaði segði FAO, at 18, 8 milliónir afganarar ikki eru førir fyri at breyðføða seg sjálvar hvønn dag og at við árslok skuldi hetta talið koma upp á 23 milliónir, sum eru næstan 60% av øllum fólkatalinumn í landinum.

Tað var 15. august, at Taliban tók høvuðsstaðin, Kabul, og fekk ræðið á landinum aftur. Taliban lovaði, at kvinnur og etniskir minnilutar skuldu fáa rættindi og vera partur av landsins stýri, men higartil er lítið, sum bendir á, at Taliban fer at halda hesi lyftini

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. november
Skratsj 25. novembur 2026
216994
Mikudag 25. november
90'árini undir lupp (4:4)
216991
Mikudag 25. november
Eitt korter við klassiskum 25. november 2026
216969
Mikudag 25. november
Vágskálin: Hálovar littari mentan í USA
216965
Mikudag 25. november
Ung lesa 2 - 2
216946
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867