Friðarliga inn í nýggja árið

Friðarliga inn í nýggja árið
Friðarligt gamlaárskvøld og nátt
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.01.2022 - 10:34

Sambært vakthavandi á løgreglustøðini, eru vit komin friðarliga í nýggja árið, hóast einstakar fráboðanir hava verið í gjár og í nátt. 

Fýra fólk eru tikin fyri rúsdrekkakoyring. Tað er hent ymsa staðni kring landið. 

Tað hevur verið og er enn hált á Oyggjarvegnum, og tað hevur eisini havt við sær at tveir bilar eru farnir út av vegnum, báðir sunnan fyri varðhaldið. Ongin fólkaskaði hendi.

Og so hevur ein fiburkaðal á Argjum fingið skaða eftir øllum at døma av fýrverki, sum hevur við sær, at fólk á Argjum onki internet hava í morgun.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847