Sigla og koyra ikki meira í dag

Sigla og koyra ikki meira í dag
Strandferðslan væntar eisini avlýsingar í morgin
Bygdaleiðir eru givnar at koyra fyri veður, og øll strandfaraskipini uttan Ternan sigla heldur ikki meira í dag.
 
03.01.2022 - 14:24

Nógvar avlýsingar hava verið hjá Strandfaraskipum Landsins í morgun.

Nakrar av ferjunum hava gjørt nakrar fáar túrar í morgun, men nú hava øll skipini avlýst - uttan Ternan. Klokkan 12:30 fór Ternan ein túr til Nólsoyar, og hon ger eftir ætlan aftur ein túr kl. 16.20.

Allar leiðir hjá Bygdaleiðum hava eisini avlýst. 

Marin Gaardlykke, ferðslusamskipari hjá Strandferðsluni, sigur, at meira verður ikki siglt og koyrt í dag.

Nógvar avlýsingar vera væntandi eisini í morgin, sigur ferðslusamskiparin.

Eisini bussleiðirnar 6 og 7 í Tórshavnar kommunu góvust at koyra út á bygd kl 13 í dag fyri veður.

Leið 6 er bussurin, sum koyrir úr Kirkjubø til Kaldbaks, og leið 7 er bussurin, sum koyrir millum Kollafjørð og farstøðina í Havn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891