- Tíðindi, mentan og ítróttur
Aftur smittumet í dag

Aftur í dag eru metnógv smittað við koronu í Føroyum.
Almennu tølini eru ikki klár enn, men Lars Fodgaard Møller, landslækni, sigur við Kringvarpið í kvøld, at umleið 317 smittutilburðir eru staðfestir í kanningunum frá í gjár. Hesi tølini skulu takast við fyrivarni, tí enn mangla summi at fáa kunning.
3785 kanningar vórðu gjørdar í gjár.
Positivprosentið er í dag 8,4.
Fleiri flogfør lendu í Vágum í gjár, og tilsamans vóru 17 av teimum ferðandi smittað við koronu. Átta av teimum komu við flogfarinum hjá Atlantsflogi úr Kanarisku Oyggjunum.
Hóast nógv smittað er í samfelagnum í løtuni, so er bert eitt fólk innlagt við koronu á Landssjúkrahúsinum, sigur landslæknin.

























