Frakland byggir kjarnorkuverk

Frakland byggir kjarnorkuverk
Endamálið er at minka útlátið av vakstrarhúsgassi, og kjarnorkuverkini skulu standa liðug millum 2035 og 2037
Frakland ætlar at byggja kjarnorkuverk fyri at røkka málinum um minni útlát av vakstrarhúsgassi.
Mynd: RitzauScanpix  
 
07.01.2022 - 09:44

Frakland ætlar at byggja kjarnorkuverk fyri at røkka málinum um minni útlát av vakstrarhúsgassi, og tey skulu vera liðug millum 2035 og 2037, boðar stjórnin frá.

Macron, forseti, almannakunngjørdi í november eina ætlan um at byggja kjarnorkuverk, til tess at minka um innflutningin av olju, bensini og gassi.

Almenna franska felagið, EDF, hevur ment ein nýggjan reaktor, sum skal gerast.

- Vit ætla at søkja um loyvi til at byggja fyrsta verkið í 2023, og síðani skal haldast fram við arbeiðinum at byggja kjarnorkuverk til 2035 ella 2037, sigur franski varaumhvørvisráðharrin, Barangere Abba, í tjóðartinginum.

EDF hevur boðið sær til at byggja seks nýggjar reaktorar fyri 50 milliardir evrur, skrivar NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375