H71-kvinnurnar frammanfyri 22-18 í hálvleikinum

H71-kvinnurnar frammanfyri 22-18 í hálvleikinum
Hondbóltskvinnurnar hjá H71 hava spælt sera sannførandi í fyrra hálvleiki og eru á odda 22-18. Serliga Maria Halsdóttir Weyhe hevur gingið á odda við átta málum
 
09.01.2022 - 18:01

Kvinnurnar hjá H71 vilja sleppa at avgera áttandapartsfinalurnar ímóti serbiska liðnum, ZRK Naisa Nai, á heimavølli í Føroyum næsta vikuskiftið.

Og nú tað er hálvleikur í dystinum, so er nógv, ið bendir á, at tær fáa tann møguleika. 

H71 er á odda 22-18, og hevur spælt ein sera sannførandi fyrra hálvleik. 

 

Maria og Jana ganga undan

Tað eru serliga tær báðar, Maria Halsdóttir Weyhe og Jana Mittún, sum mynda spælið hjá H71, og tær hava spælt á høgum altjóða støði. 

Maria Halsdóttir Weyhe hevur longu skotið átta mál, meðan Jana Mittún hevur skotið fimm. Báðar hava tær eisini skapað yvirtalsstøður fyri sínar viðleikarar, og tað hevur Brynhilds Pálsdóttir eisini gjørt sær dælt av við fimm málum. 

 

Høgt tempo

Unga H71-liðið spælir í einum sera høgum tempo, og tað tykist tilviltað, fyri at møða mótstøðuliðið. Álopini verða avsluttað skjótt, og tær fara í mótálop beinavegin, ið møguleikin er til tað. 

Mótsstøðuliðið hevur ikki nógvar streingir at spæla uppá, men tykist at vera mannað við eitt sindur størri og tyngri spælarum. 

Her er ein beinleiðis dagføring av støðuni.

Dysturin kann síggjast í leikjuni niðanfyri. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. mai
Skratsj 1. mai 2024
174472
Mikudag 1. mai
Flaggdagshald 2024
174454
Mikudag 1. mai
Morgunlestur mikudagur 1. mai 2024
174291
Mikudag 1. mai
LEITISSTEIN 30.04.2024 (Hamradun)
174433
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418