Massørur avhoyrdur av løgregluni

Massørur avhoyrdur av løgregluni
Maðurin, sum er skuldsettur fyri at hava verið ónærisligur móti fleiri kvinnum, er avhoyrdur í dag og verður framvegis avhoyrdur á politistøðini í Havn
Mynd: Savn.  
 
17.01.2022 - 17:56

Maðurin, sum eigur massagu-fyritøkuna Body EZE, og sum er skuldsettur fyri at hava verið ónærisligur móti fleiri kvinnum, er avhoyrdur í dag og verður framvegis avhoyrdur á politistøðini í Havn. 

Heri Andreasen, leiðari á kanningardeildini hjá løgregluni, sigur, at fleiri kvinnur aftrat hava meldað mannin, - tær eru nú 12 í tali. 

Maðurin noktar seg sekan, men hann verður kortini skuldsettur í øllum 12 málunum, sigur Heri Andreasen.

Maðurin segði í viðmerking til Dag og viku í januar, at hann hevur broytt viðgerðirnar, síðan kvinnurnar meldaðu í september í fjør. 

Landslæknaembætið hevur eftirlit við góðkendum heilsustarvsfólkum á umleið 20 fakøkjum, - eitt nú fysioterapeutar, sjúkrarøktarfrøðingar og læknar.

Men Lars Fodgaard Møller sigur, at Landslæknaembætið hevur ikki eftirlit við ikki-góðkendum fólkum, sum geva viðgerðir av ymsum slagi. 

Og tá talan í hesum førum er um eina IKKI góðkenda viðgerð, so er hon heldur ikki undir eftirliti. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851