Breivik vil sleppa úr fongslinum

Breivik vil sleppa úr fongslinum
Breivik hevur sitið 10 ár av dóminum, sum hann fekk, og tí kann hann søkja um at verða latin leysur
 
18.01.2022 - 07:54


Norðmaðurin Anders Behring Breivik vil sleppa úr fongslinum, og í dag fer ein dómstólur at viðgera umbønina hjá honum, um at verða latin leysur.

Breivik hevur sitið 10 ár av dóminum, sum hann fekk, og tí kann hann søkja um at verða latin leysur.

 

Drap 77 fólk

Anders Behring Breivik varð fyri 10 árum síðani dømdur at sita í 21 ár eftir álopið á Utøya og atsóknina at stjórnarbygningum í Olso.

Tilsamans 77 fólk vórðu dripin í atsóknini hjá Breivik 22. juli í 2011.

Rætturin fer at umrøða málið í tríggjar dagar, og skal m.a. taka støðu til, um Breivik framvegis er so vandamikil, at samfelagið skal verjast fyri honum, og at hann tí skal verða verandi í fongslinum.

 

Sleppur at tosa sína søk

Í dag fær Breivik høvi at siga sína hugsan og grundgeva fyri, hví hann eigur at verða latin leysur.

Tað fær hann tríggjar tímar til at gera, hevur rætturin gjørt av.

Advokaturin hjá Breivik sigur, at hann hevur fyrireikað seg væl til viðgerina í rættinum, og hvat hann skal siga.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211530
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375