Floksfelagar ætla at leggja misálit á Boris Johnson

Floksfelagar ætla at leggja misálit á Boris Johnson
Bretski forsætisráðharrin ætlar ikki sjálvboðin at leggja fra sær, men biður Undirhúsið um fyrigeving
Boris Johnson, forsætisráðharri, segði í Undirhúsinum í dag, at hann ætlar at áseta ein dag, tá koronuavmarkingarnar skulu setast úr gildi.
Mynd: RitzauScanpix  
 
19.01.2022 - 14:48

Boris Johnson, forsætisráðharri í Bretlandi, hevur ongar ætlanir um at leggja frá sær sum landsins leiðari.

Tað er greitt, eftir at hann svaraði spurningum í Undirhúsinum í dag.

Boris Johnson er ákærdur av fleiri, tí hann hevur verið á veitslu í Downing Street, meðan restin av landinum hevur verið afturlatið vegna covid-19.

Boris Johnson var beinleiðis spurdur, um hann fór at leggja frá sær. Tá svaraði hann "nei".

- Eg biði um fyrigeving fyri allar feilmetingarnar, ið eru gjørdar, segði Boris Johnson sambært Reuters.

Forsætisráðharrin biður mótstøðufólkini um at bíða eftir eini kanning, sum nú verður gjørd um veitslurnar. Enn er ikki greitt, nær kanningarnar verða lidnar.

 

Kann vænta misálit

Boris Johnson kann hinvegin møguliga rokna við einum misáliti dag.

Ein partur av hansara floksfeløgum í konservativa flokkinum ætla leggja fram uppskot um misálit á forsætisráðharran.

Enn er ikki greitt, hvussu nógvir av floksfeløgunum hjá Boris Johnson taka undir við einum misáliti, men í minsta lagi 54 floksfelagar skulu venda honum bakið, um eitt misálit kann leggjast fram til atkvøðugreiðslu.

- Boris Johnson hevur seinastu dagarnar roynt at flyta ljóskastaran frá hesum málinum við at koma við ymsum boðum, sum hann veit, at floksfeløgunum dámar væl, sigur Tinne Hjersing Knudsen, sum starvast sum journalistur hjá Danmarks Radio í Bretlandi.

Hon sigur, at hann møguliga fer at koma við eini fráboðan um, at tað skal dagfestast, nær koronuavmarkingarnar verða settar úr gildi, og tað kann gera, at floksfelagarnir avlýsa misálitið.

Fyri løtu síðani hevur Boris Johnson boðað frá, at 26. januar, verður kravið um sóttarhald, munnbind og koronapass tikið av. Hann mælir tó til at nýta munnbind.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. februar
EM-tíðindi 2. februar 2026
203589
Mánadag 2. februar
Góðan morgun Føroyar
203581
Mánadag 2. februar
Morgunlestur mánadagur 2.februar 2026
203551
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. februar
Veðrið
203609
Mánadag 2. februar
Palli Halaleysi - teknmálstulkað
203608
Mánadag 2. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203606
Sunnudag 1. februar
Møti umborð á Ango
203563
Sunnudag 1. februar
Andakt
203561