Afganistan á odda at jagstra kristin

Afganistan á odda at jagstra kristin
Heimsfelagsskapurin Open Doors hevur kunngjørt nýggjan lista. Støðan í Afganistan er nógv versnað, síðani Taliban kom til valdið
Støðan hjá teimum kristnu er nógv versnað, síðani Taliban kom til valdið, og Afganistan er nú tað landið í heiminum, har flest kristin verða jagstrað.
 
20.01.2022 - 14:54

Afganistan liggur nú ovast á listanum yvir lond, har kristin verða jagstrað.

Norðurkorea hevur annars ligið ovast á listanum í 20 ár, men nú hevur Afganistan lagt Norðurkorea aftur um seg.

Tað er heimsfelagsskapurin Open Doors, sum kunngjørdi nýggjasta listan, sum verður kallaður World Watch List, í gjár.

Støðan versnað

Felagsskapurin sigur, at hóast jagstranin var stór, áðrenn Taliban kom til valdið, so er hon vorðin nógv størri. Taliban brúkar vald móti teimum kristnu, sum enn eru í Afganistan, sigur Open Doors.

Felagsskapurin sigur, at søkt verður at tilsamans 360 milliónum kristnum í heiminum fyri trúgv sína.

Nigeria er tað landið, har flest kristin eru dripin vegna sína kristnu trúgv. Har eru 4.600 kristin dripin farnu árini.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. februar
Møti í Lívdini
203560
Sunnudag 1. februar
EM-tíðindi - 1. feb 2026
203550
Sunnudag 1. februar
Ættirnar syngja og suða
203544
Sunnudag 1. februar
Bolero
203545
Sunnudag 1. februar
Gudstænasta í Sjóvar kirkju
203546
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. februar
Møti umborð á Ango
203563
Sunnudag 1. februar
Andakt
203561
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450