Ætlaði at leggja hald á val-automatir

Ætlaði at leggja hald á val-automatir
Fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump, hevði gjørt uppskot til ein harraboð til Pentagon um at leggja hald á allar val-automatir eftir at hann tapti valið í 2020
 
22.01.2022 - 12:05

Tað skrivar Politico.

Kladdan er skrivað fáa vikur eftir at hann tapti valið, og amerikanska skjalasavnið hevur almannakunngjørt tað í sambandi við, at álopið á kongress-bygningin fyri einum ári síðani verður kannað.

Skjalið vísir víðgongdu tiltøkini, sum Trump ætlaði at fremja fyri at varðveita valdið - ímóti viljanum hjá meirilutanum av fólkinum, skrivar Politico.

Kladda til harraboð

Politikk-netssíðan, Politico, hevur fingið atgongd til eitt skjal - eina kladdu til eini harraboð, sum verður nevnd "Remarks on National Healing". Kladdan er dagfest 16. desember 2020 og mælir til at stovna eitt ráð, sum skal reisa ákæru fyri allar ákærurnar um svik, sum koma tá hald er lagt á valautomatirnar. 

- Verjumálaráðharrin skal í stundini leggja hald á, savna saman, hava í varðveitslu og greina allar maskinur, útgerð, upplýsingar og skjøl, sum eru goymd elektroniskt - stendur í kladduni, sum er tríggjar síður.

Men kladdan varð ongantíð undirskrivað. Skjalið er eitt av 750 skjølum, sum nevndin, ið kannar álopið á Kongressina 6. januar í fjør, hevur fingið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136