Vilja hava Stoltenberg at halda fram sum aðalskrivari

Vilja hava Stoltenberg at halda fram sum aðalskrivari
Stóru londini í verjusamgonguni, NATO, hava heitt á Jens Stoltenberg um at halda fram sum aðalskrivari fyri samgonguna.
 
22.01.2022 - 11:25

Tað vátta keldur fyri norsku miðlunum Verdens Gang og Dagens Næringsliv.

USA, Týskland, Bretland og Kanada hava síðani í summar heitt á norðmannin um at halda fram í starvinum.

Stoltenberg tók við sum aðalskrivari í NATO í 2014, og starvsetanin er fleiri ferðir longd.

Nú hevur Stoltenberg søkt starv sum stjóri í norska miðbankanum, og sambært Verden Gang, hevur hann ikki tikið av tilboðnum um enn eitt skeið sum aðalskrivari í Nato.

Karsten Friis, granskari á Uttanríkispolistiska stovninum Nupi í Noregi, sigur við blaðið, at Stoltenberg hevur havt týdningarmiklan leiklut í handfaringini av støðuni hjá Ukreina og viðurskiftunum við Russland.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Fríggjadag 31. juli
Tað er einaferð um árið - 2026
211431
Fríggjadag 31. juli
Ólavsøkuaftan í útvarpinum
211430
Fríggjadag 31. juli
Omaneftir og niðaneftir 2026
211429
Fríggjadag 31. juli
RagnarRokk: Prika Amaral um Slave Machine
209136
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375