Fyrstu lutirnir til vindmyllurnar hjá Vindrøkt komnir til landið

Fyrstu lutirnir til vindmyllurnar hjá Vindrøkt komnir til landið
Fyrst í apríl verður farið undir at seta vindmyllurnar hjá Vindrøkt upp á Gellingarkletti
Jóhan í Niðristovu
 
25.01.2022 - 17:17

Fyrstu lutirnir til vindmyllurnar, sum Vindrøkt skal seta upp á Gellingarkletti, eru nú komnir til landið, og fyrst í apríl verður farið undir at seta vindmyllurnar upp.

Tað er Vestas, sum ger myllurnar til Vindrøkt.

Nógv av útgerðini liggur í Esbjerg, og um hálvan mars, skal øll útgerðin vera í Føroyum.

Vindrøkt ætlar at bera skjótt at, sigur Jóhan í Niðristovu, stjóri.

Vindrokt_fingid_myllur_1

Ætlanin er greið, og tað er, at vindur skal avloysa oljuna áðrenn 2030, sum higartil  hevur verið málið, sigur stjórin í Vindrøkt.

Vindrokt_fingid_myllur_2

Jóhan í Niðristovu sigur, at tað er torført at meta um oljuprísin, tí tað er ófriðarligt í heiminum í løtuni og tað ávirkar ofta oljuprísin. 

Men vindmyllurnar fara at gera stóran mun.

Vindrokt_fingid_myllur_3

Birgir Enni tók hesa myndina av vindmyllu lutunum og útgerðini á Signabøi. 


 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576