Sáttmálatrætan dregur út

Sáttmálatrætan dregur út
Semingsmenninir hava avtalað fund við Ljósmøðrafelagið í dag
Semingsmenninir hitta umboð fyri Ljósmøðrafelagið seinnapartin.
 
28.01.2022 - 13:52

Tað dregur út at fáa semju um lønarsáttmála millum Ljósmøðrafelagið og Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum.

Semingsuppskotið, sum var lagt fyri partarnar í fyrradagin, var vrakað. 

- Roynt verður nú at tosa partarnar til rættis, og soleiðis sleppa undan verkfalli. Partarnir hava ikki sitið saman aftur, síðani semingsuppskotið var vrakað. Semingsstovnurin hevur tó havt samband við partarnar hvør sær, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður.

Hann hevur avtalað fund við Ljósmøðrafelagið klokkan fimm í dag.

Eingin avtala er um fund við Lønardeildina enn.

Terji Sigurðsson er annars rættiliga fámæltur um støðuna, men hann sigur tó, at í løtuni verður ikki arbeitt við at leggja nýtt semingsuppskot fyri partarnar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425