Faroe Ship gevst við farleiðini til Hanstholm

Faroe Ship gevst við farleiðini til Hanstholm
Farmanøgdirnar eru ov smáar, sigur Bogi P. Nielsen, stjóri í Faroe Ship
Undirtøkan fyri farleiðini millum Havnina og Hanstholm er ov lítil, og tí heldur hon uppat.
 
31.01.2022 - 09:54

Minni enn eitt ár eftir, at Faroe Ship fór at sigla við farmi til Hanstholm, gevst felagið nú við farleiðini.

Tað skrivar heimasíðan hjá áhugafelagnum Antares, sum hevur tíðindini úr danska blaðnum Søfart. 

Orsøkin er, at undirtøkan hevur ikki verið nóg góð fyri farleiðini millum Havnina og Hanstholm, sum byrjaði í apríl í fjør. 

Gekk ikki sum væntað

- Tað gekk ikki sum væntað, vit fingu ikki nóg stórar nøgdir av farmi, sigur stjórin á Faroe Ship, Bogi P. Nielsen, við danska blaðið.

Ætlanin var annars, at nýggja farleiðin skuldi gera tað lættari at útflyta føroyskar vørur til evropeiska marknaðin.

Farmaskipið Vantage røkti siglingina hjá Faroe Ship millum Havnina og Hanstholm. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815