Rokfundur í ST-trygdarráðnum um Ukraina

Rokfundur í ST-trygdarráðnum um Ukraina
Russiski ST-sendiharrin sigur, at USA vil hava nazistar til valdið við ukrainska markið. Amerikanski ST-sendiharrin svarar, at Russland hóttir alt Evropa
Russiski ST-sendiharrin, Vasily Nebenzya, var bersøgin á fundinum í ST-trygdaarráðnum í gjár um Ukraina.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
01.02.2022 - 09:23

Tað var rokmikil fundur í ST-trygdarráðnum í gjár, skrivar NRK. 

Russland kravd,i at fundurin var fyri afturlatnum hurðum, tá ið ST-trygdarráðið skuldi viðgera kreppuna í Ukraina, men undirtøka var ikki fyri hesum.

- USA øsir alt upp í skúm, og ber so í bandi, at teir reinastu nazistarnir fáa valdið við ukrainska markið til Russland, segði russiski ST-sendiharrin, Vasily Nebenzya, á fundinum.

Hann vendi sær beinleiðis til amerikanska ST-sendiharran, Lindu Thomas-Greenfield, og hørðu orðini komu beint eftir, at Greenfield hevði sagt, at Russland roynir at skapa ein mynd, so at tað skal síggja út, sum Ukraina og onnur lond í Vesturheiminum eru stríðshugaðar tjóðir, sum finna upp á eina orsøk til at leypa á.

- Ágangurin hjá Russlandi hóttir ikki bara Ukraina, men eisini Evropa, og tí bað USA um henda fundin í Trygdarráðnum, segði Linda Thomas-Greenfield.

Megafon-diplomati

Nebenzya endurtók fleiri ferðir, at amerikanarar gera seg inn á Ukraina, tá teir koyra á við tí, sum hann nevndi fyri megafon-diplomati.

Linda Thomas-Greenfield vísti á, at Russland hevur sent umleið 100.000 herfólk til ukrainska markið, og russisk herfólk eru eisini í Hvítarusslandi. 

Hon heldur, at Russland fyrireikar innrás í Ukraina, men hesum hevur Russland víst aftur fleiri ferðir.

 

Linda Thomas-Greenfield er amerikanskur ST-sendiharri. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

- Kjak um innrás er provokerandi í sjálvum sær. Tað tykist næstan, sum um tit vildu ynskt, at orðini gjørdust veruleiki, segði russiski ST-sendiharrin, sum eisini vísti á, at amerikanska uppáhaldið ger bara støðuna spentari. 

Nebenzya sigur, at ukrainar verða heilavaskaðir til at hava misálit á russarum.

- Amerikanarar gera tey til hetjur, sum stríddust á somu síðu sum Hitler, segði Nebenzya, skrivar NRK.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328