Mjólkarbøndur forvinna 264.000 kr. um árið

Mjólkarbøndur forvinna 264.000 kr. um árið
Besta ársúrslitið í 2020 var upp á 1,4 millión krónur, og tað ringasta var eitt hall upp á 74.000 krónur
Við árslok í ár eru væntandi sjey fjós, sum eru robotfjós.
Mynd: Savnsmynd  
 
15.02.2022 - 16:25

Mjólkarbøndur forvinna í miðal 264.000 krónur um árið.

Tað vísir eitt yvirlit, sum grannskoðaravirkið Numo hevur gjørt.

Roknskapargreiningin av fíggjarstøðuni hjá bóndunum er fyri árini 2016 til 2020. Í 2020 vóru 21 mjólkarbøndur í Føroyum.

Nakrir einstakir av mjólkarbóndunum hava klárað at hildið úrslitið javnt gott í tíðarskeiðnum 2016 til 2020, skrivar NUMO. 

Besta ársúrslitið í 2020 var upp á 1,4 millión krónur, og tað ringasta var eitt undirskot upp á 74.000 krónur.

 

Meðalskuldin er 917.000 kr. 

Langfreistaða skuldin hjá mjólkarbóndunum í Føroyum er í meðal 917.000 krónur. Tann, ið skyldar mest, skyldar 6,3 milliónir krónur. Tað er eisini onkur bóndi, ið einki skyldar.

Í frágreiðingini stendur eisini, at við árslok í ár eru væntandi sjey fjós, sum eru robotfjós.

Nógv fjós í Føroyum eru gomul og niðurslitin, og tað eru í grundini sambært Búnaðarstovuni bara fýra fjós, sum lúka framtíðarkrøvini um djóravælferð.

 

Fleiri robotfjós

Tað er ikki óhugsandi, at um stutta tíð fer talið á mjólkneytafjósum at minka enn meira, har tey flestu ella øll eru robotfjós. Henda endurnýgging krevur munandi íløgur, skrivar Numo.

Víðari stendur, at neyðugt er at velta upp úr nýggjum at fáa meira av stráfóðri fyri at minka um útreiðslurnar til fóður. Hetta saman við bygnaðarrationaliseringum er helst ein gongd leið fyri at betra um lønsemið í vinnuni og harvið eisini gera tað møguligt hjá vinnuni at gera neyðugu íløgurnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938