FMA 2022: Her eru uppskotini

FMA 2022: Her eru uppskotini
17 virðislønir verða latnar á FMA í Norðurlandahúsinum á grækarismessu
FMA 2022 verður í Norðurlandahúsinum 12. mars, og tiltakið verður sent beinleiðis í sjónvarpinum.
Mynd: Villiam Soo Joensen  
 
03.03.2022 - 09:53

Faroese Music Awards 2022 verður í Norðurlandahúsinum 12 mars.

Tilsamans verða latnar 17 virðirslønir.

Reiley, Brimheim, Yggdrasil og EKA teljast millum teirra, ið hava flestar tilnevningar hesaferð.

Reiley er tilnevndur til fýra FMA-heiðurslønir. 

Brimheim er tilnevnd til tríggjar FMA-heiðurslønir. 

 

Dómsnevndir hava seinastu vikurnar vigað og mett um útgávur og stakløg.

Talan er um fleiri enn 20 fólk, sum nú eru komin við sínum uppskotum og endaliga úrsliti.

 

Exportvirðislønin er nýggjur heiður

Umframt hesar virðislønir, verða seks virðislønir latnar uttan tilnevningar.

Tær eru Áhoyraravirðislønin, Exportvirðislønin, Ársins framleiðari, Ársins tekstur,  Ársins húsi og Ársins tónleikaheiður.

Exportvirðislønin er nýggjur heiður á FMA, sum verður latin í samstarvi við FMX, tónleikaútflutningsstovuna.

Áhoyraravirðislønin er einasta virðislønin, sum verður latin uttan um dómsnevndir. Har kunnu øll fara inn og atkvøða á Sona-appini.

Tað ber til fyrrapartin í dag til og við 12. mars, tá FMA verður sent beinleiðis í sjónvarpinum.

 

Tey, sum eru í uppskoti á FMA 2022, eru hesi:

 

Popp- og rokkflokkurin

Ársins kvinnuligi sangari:

  • Brimheim
  • Dania O. Tausen
  • Greta Svabo Bech
  • Lea Kampmann
  • Konni Kass

 

Ársins mannligi sangari:

  • Beinir
  • Knút
  • Ragnar Finsson
  • Reiley
  • Teitur

 

Ársins sangur:

  • "Hey Amanda" - Brimheim
  • "Let it ring" - Reiley
  • "Tú angar so væl" - Bjarki Hansen
  • "Unicorn" - Ester Skála
  • "Villiniborg" - Knút

 

Ársins útgáva:

  • "Cazador de Ostras" - Teitur
  • "Crossing" - Horrse
  • "Diplopia" - Konni Kass
  • "Gonguteigatúnatos" - Dania O. Tausen
  • "The Reeson for Hardcore Vibes Again" - Joe & The Shitboys

 

Ársins bólkur ella einstaklingur:

  • Brimheim
  • Horrse
  • Joe & The Shitboys
  • Reiley
  • Teitur

 

Ársins nýggja navn:

  • Brimhvítt
  • EKA
  • Horrse
  • Jósef Zachariassen
  • Reiley
  • Sanna Bæk Hoydal

 

Opin flokkur

Ársins sangari ella einleikari:

  • Ernst Remmel
  • Kristina Thede Johansen
  • Sanna Bæk Hoydal

 

Ársins útgáva ella konsert:

  • "Live at Salt" - EKA
  • "Porkerisvatn" - Yggdrasil
  • "Tónlist" - Fonetika

 

Ársins kompositión:

  • "Mourner’s Adagio" - Óli Jógvansson
  • "Skýggj" - Yggdrasil
  • "Sóleyan" - Elin Heinesen

 

Ársins bólkur ella kór:

  • Det Ferösche Compagnie
  • EKA
  • Yggdrasil

 

Ársins videolag:

  • "Alt annað enn vanligt" - Dania O. Tausen / Leikstjóri: Maria Tórgarð
     
     
  • "Frank" - Konni Kass / Leikstjóri: Maria Tórgarð
     
     
  • "Glashús" - Einangran / Leikstjóri: Heiðrik á Heygum
     
     
  • "Let it ring" - Reiley / Leikstjóri: Reiley
     
     
  • "Pull the trigger" - Joe & The Shitboys / Leikstjóri: Jákup Skovsård Thøgersen
     

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010