- Tíðindi, mentan og ítróttur
Macron hevur aftur tosað við Putin

Franski forsetin, Emmanuel Macron hevur í dag tosað í telefon við russiska starvsbróðurin, Vladimir Putin fyri triðju ferð síðani innrásina í Ukraina.
Sambært russisku frásøgnini frá samrøðuni, hevur Putin sagt við Macron, at hann ætlar sær at røkka sínum máli í Ukraina undir øllum umstøðum. Og tey málini eru at avvápna Ukraina og gera Ukraina uttanveltað, skrivar Reuters.
Samrøðurnar halda fram
Ett av starvsfólkunum hjá Macron sigur, at forsetin hevur tosað við ukrainska forsetan, Volodomyr Zelenskij, eftir samrøðuna við Putin.
Í einari røðu mikudagin tvíhelt franski forsetin um, at samrøðurnar við Putin skulu halda fram. Hann sigur endamálið við teimum er at sannføra Putin um, at álopini á Ukraina mugu halda uppat.
- Vit kríggjast ikki við Russland. Eg havi valt at hava samband við Putin so leingi, sum eg kann, og so leingi tað er neyðugt, sigur Macron.


























