Jacob Vestergaard er nú løgtingsgrannskoðari

Jacob Vestergaard er nú løgtingsgrannskoðari
Tá Uni Rasmussen bleiv landsstýrismaður í fíggjarmálum, fór hann úr løgtinginum og sessinum sum løgtingsgrannskoðari. Tann sessin hevur Jacob Vestergaard fingið
Jacob Vestergaard er nú løgtingsgrannskoðari
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.03.2022 - 07:15

Jacob Vestergaard er vorðin løgtingsgrannskoðari í staðin fyri Una Rasmussen, sum er farin í landsstýrið.

Av tí at Fólkaflokkurin er størstur flokkur í tinginum, er Jacob Vestergaard formaður hjá løgtingsgrannskoðarunum. 

Hinir løgtingsgrannskoðarnir eru Beinta Løwe, Djóni Nolsøe Joensen og Rósa Samuelsen.

 

Hvat ger løgtingsgrannskoðarin?

Løgtingsgrannskoðararnir ansa eftir, at allar inntøkur landsins eru settar í roknskapin, og at eingin útreiðsla er goldin uttan heimild í fíggjarlóg ella aðrari játtanarlóg.

Løgtingsgrannskoðararnir ansa eisini eftir, at roknskapurin er rættur, og at tær avgerðir, sum roknskapurin fevnir um, eru samsvarandi veittum játtanum, galdandi lógum og fyriskipanum, verandi avtalum og vanligum siði.

Harumframt verður ansað eftir, at tað er hóskandi atborið fíggjarliga í sambandi við umsiting  av ognum og viðvíkjandi rakstri av teimum stovnum og tí virksemi, roknskapurin fevnir um.

Sum grundarlag undir virki sínum, kunnu løgtingsgrannskoðararnir nýta tær váttanir, frágreiðingar o.t., ið roknskapargrannskoðanin letur úr hondum.

Løgtingslógin um grannskoðan kann lesast her. 
 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650